Poll without page-refresh
Øldir : 20. øld - 21. øld - 22. øld
Áratíggju : 1950-árini 1960-árini 1970-árini 1980-árini 1990-árini - 2000-árini - 2010-árini 2020-árini 2030-árini 2040-árini 2050-árini
Árstal : 1999 2000 2001 2002 2003 - 2004 - 2005 2006 2007 2008 2009
Hendingar
20. januar - Løgtingsval er. Valúrslitini vísa, at hóast tjóðveldisflokkurin einans hevur næstmest atkvøður, fær hann bestu umboðan á tingi við 8 tinglimum. Í prosentum er Sambandsflokkurin størsti flokkur á tingi, men hevur einans 7 tinglimir.
3. februar - Samgonga verður skipað ímillum fólkaflokkin , sambandsflokkin og javnaðarflokkin . Jóannes Eidesgaard verður valdur til løgmann
11. mars - Ein bumba brestur á einum jarnbreytartoki í spanska høvuðstaðnum Madrid . 192 fólk missa lívið. Hóast baskiski yvirgangsfelagsskapurin ETA fær skyldina at byrja við, tekur Al-Kaida ábyrgdina av spreingingini.
1. mai - Tíggju nýggj lond (Kekkia , Kýpros , Estland , Lettland , Litava , Malta , Pólland , Slovakia , Slovenia og Ungarn ) blíva alment limir av ES
14. mai - Fríðrikur krónprinsur giftir seg við tasmansku Mary Elizabeth Donaldson .
Ítróttur
Fótbóltur
21. februar - Føroyar -Pólland 0-6 (0-4) í San Fernando , Spania - Vinardystur
24. februar - Føroyar -Luksemborg 4-2 (0-1) í San Fernando , Spania - Vinardystur (John Petersen , 47. og 53.; Súni Olsen , 75.; Julian Johnson , 90.)
1. juni - Háland -Føroyar 3-0 (1-0) í Lausanne , Sveis - Vinardystur
18. august - Føroyar -Malta 3-2 (2-0) á Svangaskaði , Toftir - Vinardystur (Jákup á Borg , 31.; Rógvi Jacobsen , 42.; Fróði Benjaminsen , 81.)
4. september - Sveis -Føroyar 6-0 (4-0) í Basel - HM undandystur
8. september - Føroyar -Frakland 0-2 (0-1) á Tórsvølli , Tórshavn - HM-undandystur
9. oktober - Kýpros -Føroyar 2-2 (1-2) í Nikosia - HM-undandystur (Claus Beck Jørgensen , 21.; Rógvi Jacobsen, 44.) Myndir hjá 12. manni
13. oktober - Írland -Føroyar 2-0 (2-0) í Dublin - HM-undandystur
Føðingar
Andlát
25. januar - Miklós Fehér , ungarskur fótbóltsleikari (f. 1979 ).
13. februar - Zelimkhan Jandarbijev , forseti í Kekenia (f. 1951 )
26. februar - Boris Trajkovski , (Борис Трајковски á kyrilliskum ) forseti í Makedonia (f. 1956 )
28. mars - Peter Ustinov , bretskur sjónleikari (f. 1912 ).
5. juni - Ronald Reagan , fyrrverandi amerikanskur forseti (f. 1911 ).
10. juni - Ray Charles , amerikanskur pianistur og sangari (f. 1930 ).
1. juli - Marlon Brando , amerikanskur sjónleikari (f. 1924 ).
14. september - Ove Sprogøe , danskur sjónleikari (f. 1919 ).
10. oktober - Christopher Reeve , amerikanskur sjónleikar (f. 1952 ).
11. november - Jasser Arafat , palestinskur forseti (f. 1929 ).
28. desember - Jerry Orbach , amerikanskur sjónleikari (f. 1935 ).