1967 - Shahurin í Iran krýnir seg sjálvan eftir at hava sitið 26 ár á páfuglatrónuni.
1970 - Muhammad Ali leikar fyrsta nevaleikin eftir at hava leikbann í hálvfjórða ár fyri at sýta at gera herskyldu. Hann vinnur sigur á Jerry Quarry í Georgia.
2002 - Russisk trygdarherlið herja á leikhúsið í Moskva, har 700 fólk hava sitið gíslar. Allir 50 gíslatakararnir doyggja, men nervagasss, sum verður pumpað inn áðrenn álopið, beinir eisini fyri at meira enn 100 gíslum.