|
Article on other languages:
|
Evropa verður vanliga roknað sum ein av teimum sjey heimspørtunum á jørðini; men í hesum føri er meir ein spurningur um menniskjaligar/politiskar heldur enn jarðfrøðisligar orsøkir til tess, tí semja er ikki til fulnar um, hvar markið gongur hjá Evropa, sum í meginlandahøpi meir er at rokna sum ein stór hálvoyggj vestantil í Evrasia. Norðan fyri Evropa er Arktiska Havið, vestanfyri Atlantshavið og sunnanfyri er Miðjarðarhavið og sambært siðbundnari jarðfrøðisligari definitión Kaukasusfjøllini. Eystureftir er tó heldur verri at seta markið, men søguliga verða Uralfjøllini og Kaspiska havið roknað sum markið millum Ásia og Evropa. Evropa er næstminsta meginlandið í heiminum, tað fyllir umleið 10 390 000 ferkilometrar ella 2 % av flatu jarðar. Einasta meginlandið, sum er minni, er Oceania. Tá talan er um fólkatal, er Evropa triðstørst (Í Ásia og Afrika búgva fleiri fólk). Í Evropa búgva fleiri enn 712 000 000 fólk (t.e. umleið 11 % av fólkunum í heiminum. Lond í EvropaHetta yvirlitið sýnir fyrst viðurkend fullveldisríki, undir hesum standa landslutir ella lond uttan fullveldi, og undir hesum eru aftur aðrir landslutir og lond. Viðmerkingar: 1: Landafrøðiligani partur av Ásia, men søguliga og politiskt partur av Evropa. 2: Land lutvíst í Ásia. 3: Land/øki (lutvíst) partur av Norðuramerika. 4: Strangt tikið ikki partur av Stóra Bretlandi, men heldur í einum slagi av kongsfelagsskapi.
Evropa, 814.
Advanced questions for article: evropa slobodna, Questions for article: geografska karta evrope, karta na evropa, alpi, planinski venac, anticikloni, avropa plus.ru, bugarska geografska karta, bugarska-geografska karta, bugarska/geografska karta, ceska - geografska karta, dejiny svicarska, eropa plus.ru |
This article is from Wikipedia. All text is available under the terms of the GNU Free Documentation License.
Mercedes Car
This site monitored by SitePinger.net