Í øldir var Frakland kongsveldi. Kongarnir lótu nógvar vakrar borgir byggja, sum til dømis Chenonceaux við ánna Loire. Alt hetta fekk bráðan enda í kollveltingini í 1789. Kongsveldið varð tikið av, og Ludvík 16. kongur og Maria Antoinette drotning vórðu hálshøgd alment. Í 1792 varð Frakland lýst tjóðveldi.
Politikkur
Mentan
Fronsk mentan, t.d. franskur matur og klædnamóti, hevur havt ávirkan um allan heim. Frakland er framkomið og ríkt ídnaðarland, hevur stóran leiklut í altjóða viðurskiftum og var eitt av teimun 6 londum, ið tóku stig til at stovna ES. Seinastu fimti árini er landið vorðið størsta landbúnaðarland í Evropa. Høvuðsgrøðin er hveiti, sukurrøtur, sólblómufræ, súrepli og vínber.
Fraklendingar kunnu erpa sær av at eiga heimsins skjótasta tok, TGV-tokið, sum kann koyra 515 km/t.
Paris, ið er báðumegin Seineá, er høvuðstaður Fraklands og mentanarligur og polotiskur miðdepil í landinum. Hann er ein tann býurin í heiminum, har flest ferðafólk koma, t.d. at síggja Eiffeltornið, Louvre-savnið og Notre Dame-kirkjuna. Har eru eisini mong onnur kend søvn og stórir handlar og fínar matstovur. Á hvørjum vári sýna gitnastu mótaskaparar í heiminum fram nýggjastu klæði síni.