George W. Bush

del.icio.us del.icio.us
Digg Digg
Furl Furl
Reddit Reddit
Rojo Rojo
Add to OnlyWire
George W. Bush
George W. Bush

George Walker Bush (føddur í New Haven, Connecticut, USA, 6. juli 1946) er 43. og núverandi forseti í Sambandríki Amerika. Hann umboðar republikanararnar. Bush bleiv forseti í 2001, eftir at hava vunnið á Al Gore, forsetavalinum hjá demokratunum, í tí sonevnda javnasta valinum í amerikanskari søgu. Bush bleiv afturvaldur í 2004, eftir at hava vunnið á John Kerry hjá demokratunum, hesa ferð so dyggiliga. Bush var tíðligari guvernørur í Texas. Hann er eisini sonur tíðligari forsetan George Bush. George W. Bush er annar amerikanski forseti, sum er sonur ein annan forseta.


Bakgrund

Bush bleiv føddur í Connecticut, men vaks upp í Texas. Sum ungur gekk hann á privata kostskúlanum Phillips Academy í Andover í Massachusetts, sama skúla, sum pápin í sínari tíð las við. Í 1968 tók Bush bachelorútbúgving í søgu á Yale University. Aftaná leitaði hann sær til Texas Air National Guard. Har bleiv hann militeroffiserur, og í 1970 varð hann góðkendur jekaraflogfarspilotur. Hann fleyg tá Convair F-102 Delta Daggaran. Í 1972 bleiv hann koyrdur, av tí at hann ikki møtti upp til heilsukanning, og árið eftir fór hann úr flogverjuni. Militera karrieran hjá Bush varð havd á lofti í valdystunum í 2000 og 2004. Aftaná militerið tók Bush MBA á Harvard University. Hann bleiv liðugur í 1975 og flytti aftur til Texas, har hann fekk starv innan olju. Í 1977 giftist hann við Lauru Bush, sum var bókavørður og lærari.


Sí eisini

This article is from Wikipedia. All text is available under the terms of the GNU Free Documentation License.


Giant Panda

Mercedes Car
James Bond Guide
This site monitored by SitePinger.net