|
Italia (italskt: Repubblica Italiana) er lýðveldi í Evropu. Italia hevur mark við Frakland, Sveis, Eysturríki, Slovenia, San Marino og Vatikan Býur. Høvuðsstaður er Rom, og londinum hevur umleið 60 mió íbúgvar. høvuðsmálið er italskt. Flestu fólk í Italia eru katolikkar.
SøgaItalia er land við ríkari søgu, og serliga tvey tíðarskeið: Rómverjatíðin í fornøld og endur reinartíðin, sum tók seg upp í 15. Øld, hava veitt landinum dýran mentanararv. Hóast Italia nú á døgum er av fremstu ídnaðarlondum í heimunum, er stórur munur á ríku ídnaðarøkjunum fyri norðan og fátakækaru landbúnaðarøkjum fyri sunnan. Stóri búskaparligi munurin elvir til spenning í landinum og er ein av atvoldunum til mongu stjórnarskiftini. Stóran part av søgu sínari hevur Italia verið sundurbýtt land. Fyrstu ferð ríkið varð sameint var í rómverjatíðini, tá ið máttmikla Rómverjaríkinum. Í miðøld var landið býtt sundur í mong ríki, og tað varð ikki savnað aftur fyrr enn í 1870. LandfrøðiStivlaskapaða landið er norðan úr høgu, jøkulklæddu Alpunum suður í turra, heita fjallalendið, langt suðuri í Miðjarðarhavi. Sardinia og Silkioy, ið eru størstu oyggjar í Miðjarðarhavi, hoyra báðar til Italia. Beint sunnan fyri Sikiloy er lítla sjálvstøðuga oyggjalandið Malta. Á italska meginlandinum eru tvey smá ríki, San Marino og Vatikanríkið. Hygg eisini atÚtvortis ávísing
|
||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||
This article is from Wikipedia. All text is available under the terms of the GNU Free Documentation License.
Mercedes Car
This site monitored by SitePinger.net