|
Article on other languages:
|
MentanFrá fyrst í 17. øld til miðskeiðis í 19. øld hevði Japan lítið samband við umheimin. Tað gav japanarum høvi til at menna nýggjar listagreinir, sum lýstu gerandislív, vælferð, átrúnaðir (buddismu og shintoismu) og náttúrufatan teirra. Í nýggju dukkusjónleikaralistini "bunraku" rørdu dukkurnar seg so nettliga og væl, at áskoðararnir næstan hildu, at tær vóru livandi. Ímillum aðrar nýggjar listagreinir var eisini "kabuki"-sjónleikur. Tað vóru sangleikir, leiktir í litføgrum búnum, sum viðgjørdu/umrøddu núlig evni í samfelagnum ella søguligar hendingar. Síðla í 17. øld fóru japanar at gera træskurðarprent og at mála málningar. Summi prent vóru endurgerðir av gomlum listaverkum, onnur vóru livandi myndir úr gerandislívi. Tey vórðu nevnd "ukiyo-ye". Nøkur ukiyo-ye-listafólk, sum til t.d. Katasushika Hokusai (1760 - 1849), eru vorðin heimsgitin. Japanar vístu hugsan sína um náttúruna og vakurleika hennara á mangan hátt. Ein háttur var "bonsai"-listin, pottaplanting, har ávís træsløg vórðu gróðursett í pottar og røkt soleiðis, at tey líktust vanligum trøum. Sum fráleið fingu teir tey at vaksa bæði innandura og uttandura. Nú á døgum hava mong fólk um allan heim bonsai-trø. Kenda prentið hjá Hokusai "Í einum aldudali úti fyri strondini í Kanagawa" úr røðini "Tríatiseks útsýni at Fujifjalli", er úr 1830-árunum. Tað setur máttloysi menniskjans upp ímóti náttúrunnar ófatiligu megi og vísir skip og manningar verða tveitt í kring í øgiligum sjógvi. Japanar fara í kimino (merkir "klæði") høgtíðardagar og aðrar hátíðarligar løtur. Kimino er síðermd kápa við breiðum belti um miðjuna. Hann er vovin úr silki, bummull ella ull. Mangir silkikiminoar eru litfagrir og vakurt baldýraðir. Sí eisini
Questions for article: japan sex, (kultura ng tsina), 1872 japan legislation, 72842417629814, al porno japan, alamat jepun, alamat ng bansang hapon, alamat ng bansang japan, alamat ng diyosa ng araw, alamat ng diyosa ng araw ng mga hapon, alamat ng japan |
||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||
This article is from Wikipedia. All text is available under the terms of the GNU Free Documentation License.
Mercedes Car
This site monitored by SitePinger.net