Kalifornia

Article on other languages:

del.icio.us del.icio.us
Digg Digg
Furl Furl
Reddit Reddit
Rojo Rojo
Add to OnlyWire
Flagg Skjøldur
Mynd:Map_of_USA_CA.svg
Land: USA
Alment mál: Enskt
Høvuðsstaður: Sacramento
Størsta býur: Los Angeles
Innlima: 9. september 1850
Guvernørur: Arnold Schwarzenegger (R)
Vídd: 423,970 km²
Íbúgvar (2007): 33 871 648
fyri km²: 83.85/km²
Tíðarzona: UTC -8 / UTC -7
Heimasíða: www.ca.gov

Kalifornia (en.; California) er lutstatur í vestri í Sambandsríki Amerika við 33,8 miljónum innbúgvum. Í suðri hevur Kalifornia mark við Meksiko, í norðri við Oregon, í eystri við Nevada og Arizona og í vestri við Kyrrehavið. Í septembur 1850 bleiv Kalifornia 31. lutstatur í USA. Lutstaturin var fyrr partur av Meksiko. Sacramento er høvuðsstaðurin, og størsti býurin er Los Angeles.

Innihaldsyvirlit

Búskapur

Tá ið gull varð funnið tætt við sagvirkið hjá sveisiska niðursetumanninum John Sutter í 1848, tustu gullgravarar hagar. Teir skolaðu áareyrin og vónaðu at gull var í honum. Summir vórðu hepnir, aðrir ikki. Sutter fór á heysin av øllum virkseminum, sum var á ognum hansara, og rýmdi til Pennsylvania í 1873.

Góð mold, nógv sól og ríviligt av vatni, veitt úr áunum, ið renna úr Sierra Nevada-fjøllum, gera, at Kalifornia er fremsta landbúnaðarríki í USA. Her verða dyrkað fleiri enn 40 % av allari frukt og øllum grønmeti, ið verða etin í USA, m.a. ferskur, appilsinir, jarðber, artiskokk og rósukál. Napadalur norðan fyri San Francisco er gitið vínlendi. Meksikanarar fara ofta ólógliga norður um markið til Kalifornia at arbeiða í fruktlundunum.

Søga

Fáar dagar fyri at Guadalupe Hidalgo-sáttmálin, sum fekk frið í lag ímillum Meksiko og USA, skuldi verða undirskrivaður, varð gull funnið í Coloma í meksikanska landslutinum Kalifornia. Í 1849 tustu túsundtals gullgravarar hagar. Landsluturin hoyrdi enn til Meksiko, men amerikanskar flotadeildir og herdeildir høvdu hersett hann í krígnum og høvdu sett á stovn hernaðarstýri. Niðursetufólkini, sum vildu hava frælsi og sjálvstýri, kravdu at fáa fólkastýri. Ein stýrisskipanarlóg varð gjørd og løgd fyri kongressina í USA. Hon góðkendi stýrisskipanarlógina, og Kalifornia gjørdist 31. ríkið í USA (9. september 1850). Floymurin av gullkubbum úr Kalifornia helt fram í mong ár.

Jarðskjálvtaøki

Fólkið í Kalifornia livir í støðugum ótta fyri jarðskjálvta. Økið er beint á markinum ímillum tvær meginlandaplátur. Tá ið hesar plátur renna saman, skelvur jørðin, og tað kann verða atvold til, at hús og vegir verða oyðiløgd, og stórskaði kann standast av tí. Ilt er at boða frá jarðgerð, skuldu tey komið illa fyri av jarðskjálta.

Sí eisini


Amerikanskir statir
Alabama · Alaska · Arizona · Arkansas · Kalifornia · Colorado · Connecticut · Delaware · Florida · Georgia · Hawaii · Idaho · Illinois · Indiana · Iowa · Kansas · Kentucky · Louisiana · Maine · Maryland · Massachusetts · Michigan · Minnesota · Mississippi · Missouri · Montana · Nebraska · Nevada · New Hampshire · New Jersey · New Mexico · New York · North Carolina · North Dakota · Ohio · Oklahoma · Oregon · Pennsylvania · Rhode Island · South Carolina · South Dakota · Tennessee · Texas · Utah · Vermont · Virginia · Washington · West Virginia · Wisconsin · Wyoming

Questions for article: kalifornia elhelyezkedse, 1148w - 12424w leveyspiiri, anaheim ja kartta, etel-kalifornian mojaven, kalifornia 1848, kalifornian gubernator, kalifornien kartta, pohjois-kalifornian ilmasto, przemys wydobywczy ropa naftowa, gaz ziemny, piasek, wir w kalifornii, sacramento kartta, ?

This article is from Wikipedia. All text is available under the terms of the GNU Free Documentation License.


Giant Panda

Mercedes Car
James Bond Guide
This site monitored by SitePinger.net