Klaksvík

Article on other languages:

Klaksvík
Klaksvík á Føroyakortinum.
Postnummar FO 700 og FO 710 (postsmoga)
Kommuna Klaksvíkar kommuna
Markatal 59-12-00
mk.gl.sk.
Íbúgvar (1. jan. 2008) 4.6822

Klaksvík er næststørsti býur í Føroyum. Harumframt er Klaksvíkar kommuna næststørsta kommuna í Føroyum við umleið 4 900 borgarum. Kommunan fevnir um ein bý, fimm bygdir og er á tveimum oyggjum. Á Borðoynni eru Norðoyri, Árnafjørður, Ánir og Klaksvík. Á Kalsoynni eru Mikladalur og Trøllanes. Klaksvíkin er størsti fiskivinnubýur í Føroyum.

Innihaldsyvirlit

Brot úr eldru søgu Klaksvíkar1

Klaksvíkar kommuna varð sett á stovn í 1908, og síðani tá hevur bygdin ment seg til at verða miðdepil í Norðoyggjum, og størsti fiskivinnubýur í landinum, men søgan hjá bygdini gongur nógv longur aftur í tíðina.

Føroyar vóru bygdar av norðbúgvum frá umleið 825 til 970 e.Kr. Í hesum tíðarskeiðinum vóru tær føroysku landnámsbygdirnar til. Tað er ikki vist, at fyrsta norrøna búsetingin í Klaksvík er so gomul, men um ár 1100 hava fólk búleikast har. Tað er møguligt at fyrsta búsetingin í Klaksvík gongur heilt aftur til um ár 1000. Nakar miðdepil hevur staðið kortini ikki verið ta fyrstu tíðina.

Tey umleið 6 heimatingini, sum umframt tingið í Tórshavn hava verið í Føroyum frá fornari tíð, ganga helst aftur til búsetingina. Heimatingini vóru upprunaliga sett á óbygdum stað millum bygdir. Norðoya ting kom saman í Køtlum omanfyri Árnafjørð, men einaferð í 17. øld vóru heimatingseturnar fluttar oman millum húsini. Í Norðoyggjum savnaðust menn at halda ting í Vági – núverandi Klaksvík. Hetta tingið virkaði til 1896, tá øll heimatingini í Føroyum vóru niðurløgd.

Hendan miðsavnanin av Norðoya tingsetuni í Vági í 17. øld var møguliga tekin um, at fólkatalið í Klaksvík var farið at økjast í mun til onnur støð í Norðoyggjum. Klaksvíkin var kortini ikki til sum samanhangandi eind um hetta mundið. Tvørturímóti vóru fýra býlingar á staðnum, sum vóru óheftir av hvørjum øðrum. Hesir vóru í Gerðum, á Myrkjanoyri, í Vági og í Uppsølum.

Fólkatalið var ikki stórt. Í 1802 – tá fólkatalið í Føroyum var umleið 5000 - búðu tilsamans 88 fólk í teimum fýra býlingunum. Í Uppsølum 43, í Vági 23, í Gerðum 15 og á Myrkjanoyri 7. Hesi tøl siga nakað um, hvussu stór vanlukka skalvalopini í Gerðum í 1745 og 1765, sum kostaðu ávikavist 4 og 20 fólkum lívið, vóru fyri býlingin. Bóndahúsini í Gerðum vóru bygd upp aftur á sama stað í 1745, men í 1765 vóru tey bygd uppaftur á øðrum stað.

Christianskirkjan

Christianskirkjan

Sí grein um Christianskirkjuna.

Norðoya Fornminnasavn

Leikalund

Nógv kenna handilin Leikalund, sum heldur til í einum gomlum handilshøli hjá kongliga einahandlinum.

Gamla apotekið

Norðoya Fornminnissavn varð stovnað í 1968 og yvirtók í 1974 gamla apotekið í Klaksvík. Hetta er eitt vakurt, gamalt høli við gomlum innrætningi. Á veggirnar vóru málaðir 17 málningar við motivum úr Klaksvík.
Savnið hevur eisini ognað sær tey gomlu Faktorshúsini, sum standa beint oman fyri gamla apotekið. Faktorshúsini vórðu bygd til faktorin samstundis sum handilshúsini.

Sí eisini

Klaksvíkar Ítróttarfelag

Býráðsformenn í Klaksvíkar kommunu

Klaksvíkar kommunu

Keldur

Norðoya fornminnasavn

  • Joensen, Súsanna: 17 málningar í Klaksvík. Í: Mondul, nr. 3/1981
  • Kierkegaard, Bo og Jørgen Wadum: Pilastrar, kannilurar og rosettir. Í: Mondul, nr. 1/1984

Slóðir

Norðoya Fornminnasavn

This article is from Wikipedia. All text is available under the terms of the GNU Free Documentation License.


Giant Panda

Mercedes Car
James Bond Guide
This site monitored by SitePinger.net