|
Meksiko (spanskt; Estados Unidos Mexicanos) er land í Norðuramerika við umleið 109 mió íbúgvar. Meksiko hevur mark við USA, Guatemala og Belis. Í Meksiko talar fólkið spanskt, tí at fyrr var Meksiko spanskt hjáland. Hóast nógv olja og gass eru í Meksiko, er landið fátækt.
SøgaTá ið spaniamenn komu hagar í fyrru helvt í 16. øld, týndu teir hesi gomlu ríki og ráddu í landinum, til tað tók loysing frá Spania í 1821. Eftir fyrra heimsbardaga fóru stjórnirnar í londum í Latínamerika at kvíða fyri vaksandi megi USA, og at peningavaldið og ídnaðurin har skuldu fáa fastatøkur á londum teirra. Í Meksiko høvdu oljufeløg úr Sambandsríki Amerika gjørt so stórar íløgur í oljuvinnu, at tey stýrdu meksikonsku stjórnini og fingu møguleika at hótta við at leggja seg upp í innanlandsviðurskifti við hermegi. Í 1934 tók nýggjur forseti Lázaro Cárdenas við í Meksiko. Hann gjørdi víðtøknar nýskipanir í landbúnaðinum og ognartók og læt til dømis 18 milliónir hektarar av jørð til felagsnýtslu í bygdunum. Í 1938 tjóðartók Cárdenas amerikonsku og bretsku oljufeløgini í Meksiko, og um alt landið fegnaðust fólk um hesa gerð. Cárdenas gav ikki eftir fyri endurgjaldskravi og hóttanum úr Sambandsríki Amerika og Stóra Bretlandi, men fór í staðin at samráðast við onnur lond um oljusølu, til dømis Italia og Týskland. Búskapur
Fotomynd av Meksiko tikin úr einum fylgisveini
Kríggj hevur ikki verið ímillum londini í Norðuramerika í yvir 150 ár. Stutt síðan samdust Meksiko við USA og Kanada um at taka av allar handilsforðingar og lata marknaðin upp fyri útflutningi hvør frá øðrum. Enn er tíðliga at siga, hvørja ávirkan avtalan hevur havt á búskapin í londunum. Men hon er komin illa við hjá meksikonskum bóndum, tí at bíligar búnaðarvørur úr USA floyma inn á marknaðin í Meksiko. Fyrimunurin er, at matur verður bíligari at keypa hjá fátæka fólkinum. Ferðamannavinnan er ein av størstu inntøkukeldunum í Meksiko. Fólk koma úr øllum heiminum at síggja Chichén Itzá, Tenochtitlán, Palenque og aðrar býir úr gomlum døgum, sum blómaðu í Mayaríkinum og Astekaríkinum. Heiti sjógvurin og stóru sandstrendurnar í frítíðarbýunum Acapulco og Cancun draga eisini mong ferðafólk til sín. Í 1976 varð nógv olja funnin fram við strondini í Meksikoflógva, og nú á døgum er Meksiko fimtstørsta oljuland í heiminum. Um 3000 oljuboripallar eru nú í flógvanum. Tætt sunnan fyri markið móti USA eru einar 2000 verksmiðjur, kallaðar maquiladoras. Her verða bilar, teldur, skógvar og aðrar hálvlidnar vørur savnaðar og gjørdar lidnar, næstan alt verður flutt út. Útlendingar eiga flestu verksmiðjurnar, og tað er bíliga arbeiðsmegin í Meksiko, sum lokkar. Maquiladoras geva væl av inntøku hjá Meksiko og gera sítt til, at búskapurin í landinum ikki bara byggir á oljuna. Í Meksiko eru eisini mong metal, til dømis jarn, sink, kopar, og einki annað land í heiminum vinnur so nógv silvur sum Meksiko. MentanMaturMaturin, meksikanar eta, er sterkt kryddaður, helst við reyðpipari ella chili. Grønmetið og fruktina dyrka teir mest sjálvir, til dømis avokado, bønir, tomatir og mais. Tortilla er pannukøka, ið verður bakað av maismjøli og fylt við kjøti ella grønmeti og osti. Aftur við høsnarunga hava meksikanar sterka sós, mole, gjørd av reyðpipari og sjokulátu. ListhandverkIndiánsku fólkasløgini í Meksiko eru gitin fyri at duga væl at veva og baldýra. Blátt, reytt og svart eru vanligastu litirnir í gomlu meksikonsku mynstrunum. FólkiðEnn liva indiánsk fólkasløg í Meksiko, men mesta fólkið er mestitsar - Fólk ættað frá sponsku niðursetufólkunum og indiánum. Um helvtin av fólkinum er undir 19 ár, og fólkið fjølgast ógvuliga skjótt. Tað hevur við sær, at ov nógv fólk verður í býunum. Avmarkað dyrkilendi er í Meksiko, og landið er ikki ført fyri at útvega nóg mikið av mati til alt fólkið. Tó at flestu meksikanar eru katolikkar, hava teir enn siðir úr gomlum indiánskum átrúnaðum, og á mongum stevnum vera kristnir og indiánskir siðir brúktir hvør um annan. LandafrøðiLandslagið í Meksiko er fjølbroytt. Fyri norðan eru víðar oyðimerkur, í miðjum landi fjøll við kava á og stórur háslætti og tropiskur regnskógur fyri sunnan. Landslutir
MyndirHygg eisini at |
|||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||
This article is from Wikipedia. All text is available under the terms of the GNU Free Documentation License.
Mercedes Car
This site monitored by SitePinger.net