|
Papua Ný Guinea (enskt; Independent State of Papua New Guinea, tok pisin; Papua Niugini) er eitt land í Oseania. Landið var avstralskt hjáland til 1975 og er eystrari partur í oynni Nýguinea umframt 600 aðrar oyggjar skamt norður, suður og eystur úr Nýguinea. Port Morresby er bæði høvuðsstaður og størsti býur. Papua Ný Guinea hevur bara mark við Indonesia. Miðallívsævin í landinum er 66 ár.
FólkiðFærri enn 6 milliónir fólk búgva í Papua Ný Guinea; flestu teirra búgva í smáum, fjarskotnum bygdum. Í eygum vesturlendinga eru mong fólk har fátæk. Flestu fólk í Papua Ný Guinea liva av landbúnaði. ÆttarbólkarAv tí at so illa er framkomandi um høgu fjøllini og ígjøgnum tættu skógirnar, hevur altíð verið lítið samband ímillum mongu ættarbólkarnar, ið búgva her, til dømis sorimi. Hetta ger, at nú á døgum eru fleiri enn 1000 ættarbólkar í landinum, og fleiri enn 700 mál og bygdamál verða talað. BúskapurNógv tilfeingi er í landinum, helst steinsløg til dømis kopar og gull. Koparnámið í Panguna í oynni Bougainville er ímillum tey størstu í heiminum. Viður úr stóru regnskógunum er eisini týdningarmikil útflutningur. Tað, sum ræður um her, er at vinna út tilfeingið og ikki skaða viðkvomu náttúruna. LandafrøðiPapua Ný Guinea er beint sunnan Miðkring, og tí er veðurlagið heitt og slavið. Høg fjøll eru eystur og vestur alla oynna; fjøllini eru avtakin við tøttum regnskógi langt niðan í líðirnar. Í hesum mest sum ógongdu skógum er satt meingi av dýrum og vøkstrum, og mong dýr og plantur eru ikki nakra aðrastaðni í heiminum. Við strendurnar eru stórar mangrovumýrar. LandsluturSí eisini |
||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||
This article is from Wikipedia. All text is available under the terms of the GNU Free Documentation License.
Mercedes Car
This site monitored by SitePinger.net