Quebec

del.icio.us del.icio.us
Digg Digg
Furl Furl
Reddit Reddit
Rojo Rojo
Add to OnlyWire
Flagg Skjøldur
Mynd:Quebec-map.png
Land: Kanada
Alment mál: Franskt og enskt
Høvuðsstaður: Quebec City
Størsta býur: Montreal
Innlima: 1. juli 1867
Vídd: 1,356,128 km²
Íbúgvar (2007): 7 719 993
fyri km²: 5.63/km²
Tíðarzona: UTC -5 til -4
Heimasíða: www.gouv.qc.ca

Quebec (franskt: Québec, enskt Quebec) er landslutur í Kanada við 7,7 mió íbúgvar. Í suðri hevur Quebec mark við USA, í norðri við Hudsonflógvi, í vestri við Ontario og eystri við St. Lawrenceflógvi og New Brunswick.


Søga

Í 1608 bygdi fraklendingurin Samuel de Champlain eina miðstøð fyri feldhandil við St. Lawrenceflógva. Indiánarnir kallaðu staðin Kébec. Hundrað ár seinni búðu 25 000 fraklendingar í Quebec. Meðan bretar ráddu har, gjørdist hesin franski landslutur týðandi handilsdepil.

Stutt eftir at Jacques Cartier hevði gjørt rannsóknir í tí, sum nú er Quebec við St. Lawrenceá í Kanada, vóru nógvar royndir gjørdar at grunda eina niðursetubygd har. Í 1593 var fraklendingurin Samuel de Champlain við á rannsóknarferð í Kanada og kannaði alla St. Lawrenceá alt niðan undir Lachinefoss. Tá ið hann kom heim aftur til Fraklands, fekk hann Heindrik 4. kong (1553-1610) at fíggja rannsóknarferð, sum skuldi ætla um møguleikarnar at fáa fraklendingar at búseta seg fram við St. Lawrenceá. Champlain fór av stað við 28 monnum, sigldi niðan eftir ánni, og bygdi eina handilsstøð í 1608, sum seinni gjørdist Quebec, fyrsti býur í Kanada. Hann helt fram at granska landið og varð verandi í Kanada ævi sína út. Í 1663, 28 ár eftir deyða hansara, gjørdist Quebec høvuðsstaður í Nýfraklandi.


Fólkið

90 % av øllum kanadiarum, ið nú á døgum tala franskt, búgva í Quebec.

Hóast lógin veitir kanadiarum, ið tala franskt, fullan rætt at nýta sítt egna mál, egnar lógir og at hava egna mentan, eru mangir quebecbúgvar, ið vilja loysa frá Kanada.


Hygg eisini at

This article is from Wikipedia. All text is available under the terms of the GNU Free Documentation License.


Giant Panda

Mercedes Car
James Bond Guide
This site monitored by SitePinger.net