|
Article on other languages:
|
Russland er sambandsríki í Evropu og Asiu. Russland er verðins støsta land og hevur umleið 150 mió íbúgvar. Høvuðsstaður er Moskva og londinum hevur mark við 14 lond: Noreg, Finnland, Estland, Litava, Hvítarussland, Lettland, Pólland, Ukreina, Georgia, Aserbadjan, Kasakstan, Kina, Mongolia og Norðurkorea.
SøgaFyri nøkrum árum síðan var Russland høvuðslandið í mikla kommunistaríkinum Sovjetsamveldinum. Tá ið kommunisman fall í 1991, lýstu stórir partar í Sovjetsamveldinum seg sum fræls ríki. Stjórnin í nýggja Russlandi roynir nú at laga landsins stýri til fólkaræði og umskipa og evna búskapin eftir vesturlendskum leisti. LandafrøðiRussland, ið er størsta land í heiminum, er í tveimum heimspørtum (Evropa og Ásia) og er um næstan hálva jørðina. Av tí at veðurlagið er bítandi kalt, og náttúra og landslag eru soleiðis lagað, at ikki ber til hjá fólki at búseta seg nógvastaðni, er hetta stóra ríkið ógvuliga strálbygt. Men soleiðis er ikki allastaðni, í vestara og syðra parti er nógv fruktagóð jørð, og víða um í ríkinum eru mong steinsløg í jørðini og ovurstórt náttúrutilfeingi. Uralfjøll eru mark ímillum evropeiska og ásiatiska partin í Russlandi. Tveir triðingar av fólkinum, 100 milliónir, búgva vestan fyri Uralfjøll. Mesta fólkið í evropeiska partinum í Russland býr í stórum býum, til dømis Moskva (høvuðsstaði landsins) og St. Pætursborg ella á víða slættlendinum fram við Volgaá. Nógv steinsløg eru í undirgrundini. Mesti landbúnaðurin í Russlandi er eisini evropeiskumegin, fyri norðan verða dyrkað hveiti og onnur kornsløg, fyri sunnan, har lýggjari er, verða dyrkað tubbak, aldinfrukt og mangt annað. Í mestsum øllum Siberia, ið er russiski parturin í Ásia, er bítandi kalt um veturin. Norðari partur eru frostmýrar. Her hevur jørðin nógvastaðni verið fryst síðan seinastu ístíð. Sunnan fyri frostmýrarnar er heimins størsti nálaskógur (Teiga), og syðri eru turru grasfløturnar, steppur, ið eru besta landbúnðarjørðin í Russlandi. Eitt sindur um landi
Slóðir
Questions for article: topografie von russland, atlas van rusland robin milner-gulland nicolai dejevsky, flagge,wappe nationalhymne in russland, kalmykar, kaukasus klimadiagramm, kemerovo klimadiagramm, khabarovsk klimadiagramm, klimadiagramm ischewsk, klimadiagramm av storbritannia, klimadiagramm kemerowo, klimadiagramm maikop |
|||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||
This article is from Wikipedia. All text is available under the terms of the GNU Free Documentation License.
Mercedes Car
This site monitored by SitePinger.net