|
Article in other languages:
|
Spania (spanskt; España) er eitt land í Suðurevropa. Høvuðsstaður er Madrid, og londinum hevur umleið 45 millionar íbúgvar. Spania hevur mark við Andorra, Frakland, Gibraltar, Portugal og Marokko (frá Ceuta og Melilla). Høvuðsmálið er spanskt.
SøgaFyrst í 11. øld var Spanianes lutað sundur ímillum muslimsk ríki sunnan fyri og í miðjuni og mong kristin kongsríki norðanfyri. Í 1037 eydnaðist Fernando av Kastilia at fullfíggjað ta mál, pápi hansara hevði sett sær; at taka grannaríkið Léon. Men ikki fyrr enn í 1072 kendi sonur Fernandos Alfonso 6. seg so tryggan í sæti, at hann tordi at leggja á muslimsku ríkini fyri sunnan. Stríðið vardi í 400 ár, til síðsta muslimska kongsríkið, Granada, mátti lúta í 1492. Trý skip úr spanska rannsóknarflotanum, sum skuldu sigla kring jørðina við portugisiska sjófaranum Ferdinandi Magellan (1480 - 1521) sum høvuðsmanni, sigldu um tað ovurstóra Kyrrahav. Tey komu fram á tvær smáar polynesiskar oyggjar á vegnum. Onnur var Pukapuka. At enda kom Magellan til Guam, størstu oynna á Marianoyggjum, tá var manningin illa fyri, og nógvir vóru deyðir. 16. mars 1521 steig Magellan fótin á land á filipinsku oynni Samar, og nakrar vikur seinni drupu uppøst fólk á oynni hann. Bera eitt skip við næsta sjóloytnanti Magellans, Sebastian del Cano (1486/1487 - 1526) sum skipara, kom heim aftur til Spania í september 1522, tá hevði tað fullført fyrstu siglingarferðina um knøttin. Og umsíðir var prógvað, at jørðin var rund. Í 1931 noyddu spanskir lýðveldismenn Alfonso 13. kong í útlegd. Nýggja lýðveldisstjórnin førdi sosialistiskan politikk og legði hald á góðseigarajørð og býtti út til bøndur og avmarkaði valdið hjá kirkjuni og herinum. Á valinum í 1936 fekk Sosialistiska Fólkafylkingin meiriluta. Tá gjørdu yvirmenn í spanska herinum, sum stuðlaðu fasistunum, uppreistur. Herovastin Francisco Franco gjørdist oddamaður teirra. Ræðuligt borgarakríggj brast á í landinum. Italia sendi herlið at hjálpa Franco, og Týskland sendi honum hernaðarflogfør. Sovjetsamveldið sendi stjórnini pening og vápn, men í mars 1939 hevði Franco tikið meginpartin av Spania. Hann gjørdist einaræðisharri, og bara ein flokkur, Falengeflokkurin, slapp at vera. Eftir blóðugt borgarakríggj frá 1932-1939 tók einaræðisharrin Francisco Franco við og stýrdi øll árini til 1975. Eftirmaður hansara, Juan Carlos kongur 1., setti fólkaræði aftur í gildi. Nú á døgum er Spania sterkt ídnaðarland; mong fólk arbeiða eisini í landbúnaðinum, og ferðavinnan er í støðunum vøkstri. Størsta menningin og mesta virksemið er fram við strendurnar. MentanMaturFøroyar útfluttu í nógv ár klippfisk til Spania, har fiskurin varð nevndur bacalao. Spanska heitið gav eisini navn til flakavirkið í Havn við sama navni. Spaniar eta framvegis nógvan bacalao, men innflyta hann nú úr øðrum londum enn Føroyar. PolitikkurSpania gjørdi saman við sameindum londum innrás í Afghanistan í 2002. Síðan eru 22 spanskir hermenn deyðir í krígsherjaða landinum. Í løtuni (oktober 2009) eru 1.200 spanskir hermenn í Afghanistan. FólkiðSpania verður ofta sett í samband við fiesta og flamenko. Flestu fólk eru katolikkar, og tá ið teir halda fiesta, er tað tíðum at minnast ymisk halgimenni; tá ganga teir skrúðgongu, spæla tónleik og dansa. Fleiri fólkasløg við egnum máli og serstakari mentan eru í Spania. Málini eru fleiri, til dømis katalónskt, gæliskt og euskera. Baskar, ið búgva í Norðurspania og nakað inn í Frakland, tala euskera, sum als ikki er skilt við spanskt eins og hini bæði málini eru. Almenna málið í Spania er kastilianskt, og allir skúlanæmingar læra tað, umframt enskt ella franskt. Sponsk børn bera orð fyri at leggjast seint: tey eta lítla máltíð, tá ið tey koma úr skúla, so spæla tey uttandura, til alt húskið fær sær nátturða um níggjutíðina. BúskapurLandbúnaður og fiskivinna vóru grundarlagið undir spanska búskapinum. Nú á døgum er stórur stálídnaður í landinum, meginparturin er miðsavnaður uttan um Barcelona. Har eru eisini nógvar bilverksmiðjur. Í 1980-árunum komu nógvar elektróniskar og hátøkniligar verksmiðjur; nógv av tí fíggjaðu útlendskar fyritøkur. Týdningarmestu landbúnaðarvørurnar eru korn, oljuber, vínber og aldinfruktir, helst appilsinir úr fruktagóða lendinum við Sevilla. FerðavinnaUm 59 milliónir ferðafólk koma til Spania á hvørjum ári at njóta lívið á vøkru, sólljósu baðistrondunum og at síggja føgru, sjáldsomu byggifrøðilistina í býum sum Barcelona og Sevilla. Norðurevropeiskum ferðafólki dámar best at fara til strendurnar við Costa del Sol, Costa Blanca (til dømis Torrevieja) og Mallorka. Tarvafikting er vanligt undirhald í øllum stórum býum. Útlendsk ferðafólk í 2006
MyndirSí eisini
Questions for article: map spania, /www.spania.xnet.ro/, ? www.spania xnet.ro, despre.munca.in.spania., dialecte spaniole, elche map-spania, espania, espania.map, evropeiska harta, evropeiskata harta, harta europei politica |
|||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||
This article is from Wikipedia. All text is available under the terms of the GNU Free Documentation License.
IHS Europe: Infrared Heating Systems for Home and Business.