Týskland

del.icio.us del.icio.us
Digg Digg
Furl Furl
Reddit Reddit
Rojo Rojo
Add to OnlyWire
Samveldislýðveldið Týskland
Deutschland
Flagg Týskland
(Flagg Týskland)
Skjaldarmerki Týskland
(Skjaldarmerki Týskland)
Tjóðarmotto: Einigkeit und Recht und Freiheit
Tjóðsangur: Lied der Deutschen
Alment mál Týskt
Høvuðsstaður Berlin
Samveldisforseti Horst Köhler
Samveldiskanslari Angela Merkel
Fullveldi Verdunavtalan 843

18. januar 1871 23. mai 1949 3. oktober 1990

Vídd
 - tilsamans
 - vøtn (%)
 
357.026 km²
0.2 %
Íbúgvar
 - tilsamans 2006
 - tættleiki
 
82 314 900
231/km²
Gjaldoyra Euro (EUR)
Tíðarzona UTC +1
Alnet økisnavn .de
Telefonkota +49
Spenningur 230V, 50 Hz
Óløntur konsul í Føroyum (Honorarkonsularin)
Asa á Dul Jacobsen
Staravegur 5
Postboks 1
110 Tórshavn
Tel.: 31 47 67 Fax: 31 44 76
asadul@post.olivant.fo

Samveldislýðveldið Týskland (týskt: Bundesrepublik Deutschland) er í Miðevropa og er eitt av ríkastu londum í heiminum. Í vestri hevur Týskland mark við Holland, Belgia, Luksemburg og Frakland, í norðri við Danmark, í eystri við Pólland og Kekkia og í suðri við Eysturríki og Sveis. Sjómarkini eru við Norðsjógvin og Eystrasalt. Høvuðsstaður er Berlin, og londinum hevur umleið 80 millionar íbúgvar.

Innihaldsyvirlit

Søga

Byrjanin til Týskland var friðurin í Vardun, tá Frankiska Ríkið verður býtt millum tríggjar abbasynir hjá Karlamagnusi. Av hesum verður eystasti parturin upphavið til Týskland, meðan vestasti parturin verður upphavið til Frakland.

Hetta ríkið varir til 1806, tá Napoléon 1., keisari í Fraklandi, vinnur á ríkinum.

Eftir royndir at savna ríkið, avgera tey trý kríggini ímóti Danmark í 1864, Eysturríki í 1866 og Fraklandi í 1870-71 úrslitið, og í januar 1871 verður Wilhelm I Krýndur til fyrsta keisara í einum savnaðum Týsklandi.

Hetta týska ríkið heldur sær til endan av fyrra veraldarbardaga, tá partar av landinum verða givnir til m.a. eitt endurstovnað Pólland. Í millumkrígstíðini verður landið ofta kallað Weimarlýðveldið.

Undir seinna veraldarbardaga veksur Týskland munandi um økið hjá sær við at innlima Eysturríki, Kekkia, og stórar partar av Póllandi. Seinni koma eisini Estland, Lettland, Litava og partar av Hvítarusslandi og Ukraina undir týskt vald.

Eftir at teir fýra sigursharrarnir, Stóra Bretland, Frakland, USA og Sovjetsamveldið ikki kundu sameinast um framtíðina hjá Týsklandi, vórðu Lýðveldini Vesturtýskland (á týskum Bundesrepublik Deutschland (BRD)) og Eysturtýskland (Deutsche Demokratische Republik (DDR) Týska Fólkaræðisliga Lýðveldið) stovnað.

Dagsins Týskland varð til, tá londini Vesturtýskland og Eysturtýskland vórðu sameind 3. oktober 1991.

Vesturtýskland var ein av stovnandi limunum av Evropasamveldið, og tá londini sameindust í 1991, gjørdist gamla Eysturtýskland eisini partur av ES.

Hohenzollernbrúgvin (1907-1911) og domkirkjan (1248-1880) í Köln
Hohenzollernbrúgvin (1907-1911) og domkirkjan (1248-1880) í Köln

Landafrøði

Landslagið í Týsklandi er fjølbroytt, úr fruktagóða slættlendinum fyri norðan og vestan til snjóklæddu tindarnar í vøkru bayersku alpunum fyri sunnan. Eitt hitt kendasta og fagrasta økið í landinum er Schawarzskógur í Suðurtýsklandi, nevndur eftir myrka nálaskóginum, ið veksur har.

Týskland varð ikki savnað í eitt ríki fyrr enn í 1871. Fyri tað var týska fólkið í mongum sjálvstøðugum smáríkjum. Nú á døgum er landið í 16 landspørtum, nevndir Länder, og við einari samveldisstjórn, lík henni í Sambandsríki Amerika. Hvør landspartur hevur sína egnu landspartastjórn, sum ræður fyri heimligum viðurskiftum, til dømis útbúgvingarmálum. Mangir týskarar kenna seg bundnar tjóðskaparliga at landslutinum, teir búgva í, og siga seg fyrst vera til dømis bayrar (úr Bayern) og so týskarar.

Mentan

Matur og drekka

Oktoberstevnan í München er tann størsta av mongu øldrykkjustevnunum, ið verða hildnar um alt Týskland. Hon stendur í fjúrtan dagar, og fleiri milliónir fólk koma hagar. Øl er tjóðardrykkur Týsklands, men teir drekka eisini nógv vín. Væl umtóktur matur, umframt breyð, er til dømis saltklingrur, køkur, kaldir kjøtrættir og ostur. Týskarum dámar ógvuliga væl pylsur, og nógvir landspartar hava sínar uppskriftir.

Fólkið

Týsk børn fara fyrst í forskúla og síðan í grundskúla. Tíggju ára gomul fara tey í tað, teir rópa Gymnasium, Hauptschule ella Realschule. Fyrst nevndi er bókligur skúli, har næmingarnir taka studentsprógv. Hinir báðir fyrireika næmingarnar til yrkisligar útbúgvingar. Annars er skúlaskipanin ólík í teimum ymsu landspørtunum.

Týskir bundeskanslarar síðan 1949

Konrad Adenauer (1949-1963)

Ludwig Erhard (1963-1966)

Kurt Georg Kiesinger (1966-1969)

Willy Brandt (1969-1974)

Helmut Schmidt (1974-1982)

Helmut Kohl (1982-1998)

Gerhard Schröder (1998-2005)

Angela Merkel (2005-)

Hygg eisini at


Slóðir úteftir

This article is from Wikipedia. All text is available under the terms of the GNU Free Documentation License.


Giant Panda

Mercedes Car
James Bond Guide
This site monitored by SitePinger.net